Fólkapensión
Sjálvsstýrisflokkurin fekk ikki undirtøku fyri at lækka blokkin við 300 milliónum krónum komandi fíggjarár. Restin av samgonguni vildi hava størri lækking, og ein politisk semja gjørdi so, at blokkurin lækkaði 356 milliónir krónur. Høvdu tær 56 milliónirnar, sum hann lækkaði meira enn uppskot Sjálvsstýrisfloksins, nú verið tøkar, høvdu tær munað væl til eina hægri fólkapensión.
Hóast hetta ikki var beinleiðis við í viðgerðini, tá heildarveitingin úr Danmark varð lækkað, ásannar Helena Dam á Neystabø, løgtingsmaður og formaður Sjálvsstýrisfloksins, at tað hevði verið lættari at fíggjað ta hækkingina í fólkapensiónini, hon hevur skotið upp, um tær milliónirnar høvdu verið tøkar.
Politisk avgerð
Men tað er eingin avgerandi treyt fyri uppskotinum kortini, sigur hon, hvaðani pengarnir koma. Teir skulu bara finnast, so fólkapensiónin kann hækka. Tí fer hon framhaldandi at stríðast fyri, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon sigur, at henni kunnugt eru fólk farin at rokna út, hvat hækkingin neyvt fer at kosta, og hvussu hon skal gerast.
Sjálv hevur hon nevnt ein kostnað upp á 30 milliónir krónur, sum var hækkingin seinast, lagt varð aftur at viðbótunum. Men aðrar keldur, Sosialurin hevur tosað við, siga at nýggjar útrokningar vísa, at ein líknandi hækking í fólkapensiónini í dag fer at kosta í minsta lagi 50 milliónir krónur.
Hvaðani pengarnir skulu koma, verður ein politiskur spurningur, sum smaráðst fer at verða um, tá fíggjarlógin kemur til viðgerðar í fíggjarnevndini, sigur formaðurin í Sjálvsstýrisflokkinum.
Helena Dam á Neystabø stendur fast við kravið um, at fólkapensiónin skal hækka í minsta lagi tað, hon gjørdi, seinast lagt varð oman á viðbøturnar. Hvussu hækkingin verður fíggjað, verður so ein sámráðingarspurningur í samgonguni. Verða pengarnir ikki funnir av øðrum játtanum á fíggjarlógini, má fíggjarlógarkarmurin hækkast, sigur Helena Dam á Neystabø avgjørd.
Avleiðingarnar seinni
Um hon hevur sett seg sjálva í eina torføra støðu við at seta eitt slíkt krav, hevur hon ikki hugsað so nógv um, sigur Helena Dam á Neystabø, formaður í Sjálvsstýrisflokkinum.
Hon sigur, at hon fer at berjast fyri málinum, so leingi tað er møguligt og neyðugt. Avleiðingarnar fer hon at taka seinni, sigur hon.
Men hon óttast ikki fyri, at avleiðingarnar kunnu gerast, at hvørki hon ella flokkurin koma aftur á ting, um tað ikki eydnast at fáa hesa hækkingina ígjøgnum, sum hon annars hevur strongt so hart á.
?Nei, eg rokni ikki við at hava kappað høvdið av mær sjálvari við hesum málinum, tí eg meti heilt víst, at pensiónshækkingin verður samtykt, sigur Helena Dam á Neystabø, formaður í Sjálvsstýrisflokkinum.