Tann 68 ára gamli maðurin, ið er skuldsettur at hava beint fyri einum 61 ára gomlum manni fyrrakvøldið, bleiv í gjár grundlógaravhoyrdur í Føroya Rætti.
Ákæruvaldið vildi hava, at avhoyringin skuldi fara fram fyri afturlatnum hurðum, men hesum mótmælti Jógvan Páll Lassen, ið er verji hjá tí skuldsetta.
- Tey flestu vistu rættiliga nógv um hetta málið frammanundan, serliga av tí at fjølmiðlarnir høvdu gjørt nógv burturúr allan dagin. Tað einasta, sum manglaði av upplýsingum, var navnið. So eg hugsaði, at tað var eingin orsøk at hava avhoyringina fyri afturlatnum hurðum og harvið gera alt enn meira mystiskt. Tí mótmælti eg, sigur Jógvan Páll Lassen.
Hann heldur, at fjølmiðlarnir hava verið rættiliga ágangandi í sambandi við hetta málið.
- Ein onnur orsøk til at eg vildi hava avhoyringina fyri opnum hurðum var, at eg meti, at um avhoyringin var fyri opnum hurðum, kundu fjølmiðlarnir lýsa málið betur komandi tíðina, sigur Jógvan Páll Lassen.
Hoyr alla samrøðuna við Jógvan Páll Lassen, har hann eisini greiðir frá um referatforboðið, við at trýsta á pílin undir myndini.










