Eg gjørdi av at manna bólkin við fólkum, sum hava gott innlit í virksemið hjá Fróðskaparsetrinum, og sum kenna væl til tørvin hjá Fróðskaparsetrinum og til økið á Frælsinum.
Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.
Hon hevur nýliga sett ein bólk at leggja eina framtíðarætlan fyri hølisviðurskiftunum hjá Fróðskaparsetrinum.
Men Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin, vildi hava meiri at vita um bólkin, hvat fólkini í honum, gera, hvussu gomul tey eru, og hvussu kynsbýtið er.
Rigmor Dam staðfestir, at tað eru umboð fyri Fróðskaparsetrið, Landsverk og Mentamálaráðið, sum manna bólkin, og tað eru fimm menn og ein kvinna, sum sita í honum.
Hon sigur, at hon hevur mannað bólkin eftir tilráðing frá teimum stovnum, sum hava umboð í honum. Tey hava øll sítt arbeiðspláss í Havn, og talan er um fólk í góðum árum, tí tey eru øll fødd í tíðarskeiðnum frá 1953 til 1979.
Rigmor Dam ger eisini vart við, at arbeiðsbólkurin er samskipandi og kann skipa seg við undirbólkum, har umboð fyri ymiskar starvsbólkar, áhugabólkar, og aðrar stovnar, eru við.
Hon vísir annar á, at seinastu árini hevur hølisspurningurin á Fróðskaparsetrinum ofta verið frammi, men hann er ikki tikin í nóg stórum álvara.
Hon sigur, at fremsta uppgávan hjá arbeiðsbólkinum er, at leggja eina yvirskipaða framtíðarætlan fyri hølisviðurskiftini hjá Fróðskaparsetrinum.
- Tí havi eg gjørt av at manna bólkin við fólkum, sum hava gott innlit í verandi virksemið, og sum kenna væl til tørvin hjá Fróðskaparsetrinum og økið á Frælsinum, sigur Rigmor Dam.











