Sambært einum fyrrverandi starvsfólki hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, hevur forsetin luftað tankan um, at hann møguliga kundi lata Danmark fáa Puerto Rico, um USA í staðin fekk Grønland. Men, higartil hevur forsetin ikki gjørt viðmerkingar til hesa útsøgn.
Tað var hin 18. august í fjør, at amerikanski forsetin kom í andglettin kring um heimin, tá hann skeyt upp, at hann kanska vildi keypa Grønland, heimsins størstu oyggj við umleið 57.000 íbúgvum, frá Danmark.
Nú bendir mangt á, at amerikanski forsetin hevur umhugsað at latið Danmark fáa Puerto Rico og tær tríggjar miljónir fólkini, sum har búleikast, afturfyri. Fyrrverandi stápsstjórin fyri innanríkistrygdini hjá USA, Miles Taylor, skal hava sagt, at forsetin hevði nevnt henda møguleika.
- Einaferð fortaldi hann okkum, at hann ikki bara ynskti at keypa Grønland. Hann segði seg faktiskt ynskja, at USA kundi selja Puerto Rico, tí fólkið í landinum er óreint og fátækt. Hann nevndi eisini møguleikan at býta Puerto Rico um við Grønland, skal stápsstjórin hava sagt.
Grønlendski fólkatingslimurin, Aaja Chemnitz Larsen, sigur við EUobserver, at hon er skelkað av at hoya um útsagnirnar hjá amerikanska forsetanum, sum nú eru komnar undan kavi. - Um hetta er rætt, eiga vit at vera ansin, so USA ikki svølgir okkum.
Fólkatingslimurin sigur við Sermitsiaq, at danska ríkið hevur brúk fyri USA sum ein hernaðarligur sameindur, men útsagnirnar - um tær eru rættar - siga so mikið, at Grønland og USA ikki síggjast sum samstarvspartar.
- Her er eingin virðing fyri øðrum menniskjum, leggur Aaja Chemnitz Larsen aftrat.
Í 1917 keypti USA Vesturindia í Karibia - núverandi Amerikansku Jomfrúoyggjarnar - frá Danmark fyri 25 miljónir dollarar, og í 1947 bjóðaði Grønland sær eisini formelt til at keypa Grønland frá Danmark, veit Sermitsiaq í dag at siga.
Hin 18. august í 2019, tá amerikanski forsetin váttaði sítt ynski um at keypa Grønland, varð hann spurdur, um hann umhugsaði at býta ein part av amerikanskum øki við Grønland. Tá svaraði hann, at "... tað er nógv, sum kann gerast..."
Meira um hetta mál kann lesast á www.sermitsiaq.ag