Vild med dans í Føroyum

Jens Werner frá “Vild med dans”, og konan Anette Werner, koma enn einaferð til Føroyar at undirvísa í dansi.

Hesaferð verður tað 5. og 6. februar 2010 á Hotel Føroyum. Talan verður um undirvísing fríggjakvøldið og leygardag eftirmiddag. Tað er Martin Brodersen frá wellness.fo, sum stendur fyri tiltakinum í Føroyum. Tildmeldingarfreistin er sett til 25. januar á adressuni: wellness@wellness.fo. Martin sigur, at tað eru longu fleiri, sum hava teknað seg til undirvísingina.