Dansarin og fyrrverandi dómarin í "Vild med Dans" Jens Werner er deyður. Tað skrivar Ritzau í dag.
Jens Werner hevur stríðst við krabba seinasta árið, og nú er hann deyður.
Hann gjørdist 59 ára gamal.
Jens Werner hevur verið dómari í TV2-sendingini "Vild med Dans" í nógv ár. Hetta er ein sjónvarpssending, har kend fólk kappast í dansi, og sum flest øll kenna ella hava hoyrt um.
Men í fjør boðaði Jens Werner frá, at hann fór at gevast við dómaraborðið.
Hann hevði tá verið dómari í 20 sesongir av populeru sendingini.











