Vil vita um Johan Dahl sigur sannleikan

Johan Dahl skal nú svara heili 29 spurningum um Atlantsflog og um almennar nevndir

 

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, skal nú greiða Løgtinginum frá, um hann hevur sagt sannleikan í samband við viðurskiftini í Atlantsflogi.

 

Í hesum sambandi hevur Høgni Hoyda, formaður í Tjóðveldi, sett landsstýrismanninum heilar 29 spurningar í sambandi við nevndarvalið í Atlantsflogi og um framtíðarætlanirnar fyri felagið.

 

Landsstýrismaðurin segði við Sosialin 29. januar og við Rás 2 tann 27. Januar, at “Vit kunnu tað sama kalla ein spaka fyri ein spaka. Tann, sum situr á meirilutanum, bestemmar. Í hesum førinum er tað landsstýrismaðurin, sum situr á 67 prosentum av partabrøvunum, og harvið er tað landsstýrismaðurin, sum bestemmar.”

 

- Síðani er komið fram, at tær leiðreglur, sum aðalfundur felagsins og landsstýris- maðurin sjálvur hava samtykt,  ikki eru fylgdar, sigur Høgni Hoydal.

 

Ein partur av tí var, at ein innstillingarnevnd skal gera innstilling um val av nevndarlimum

 

- Landsstýrismaðurin hevur vrakað innstillingina um ein nevndarlim við teirri grundgeving, at hann og táverandi stjórin, hava sitið í nevnd saman í Føroya Arbeiðsgev- arafelag og annars kennast “rímiliga væl”, sum hann hevur málborið seg.

 

Her kann leggjast afturat, at talan er um Berg Poulsen, sum varð vrakaður og Magna Arge, sum tá var stjóri í Atlantsflogi.

 

Síðani hevur hann valt núverandi nevndarformann (Niels Mortensen, blaðm.), tí hann er “handlikraftigur”, sum landsstýrismaðurin málber seg.

 

- Ein annar nevndarlimur, sum var formaðurin í innstillingarnevndini, hevur tó upplýst alment, at landsstýrismaðurin hevur sjálvur nevnt tann persónin, ið innstillingarnevndin mælti til at velja til formann.

 

- Her stendur sostatt orð ímóti orði, og landsstýrismaðurin verður biðin um at greiða frá, hvør sigur satt, sigur Høgni Hoydal.

 

Tí hevur hann nú sett landsstýrismanninum heilar 14 spurningar um nevndarvalið í Atlantsflogi og um hann sjálvur kennur nakran í nevndarlim í Atlantsflogi, ella í øðrum almennum partafeløgunum ella nevndum, hann varðar av, “rímiliga væl”, ella um hann hevur hann sitið í nevnd saman við nøkrum teirra ella havt vinnuligt samstarv við teir á nakran hátt?

 

Høgni Hoydal vil eisini hava at vita, hvørjar ætlanirnar eru við Atlantsflogi, og hann hevur í sama umfari sett Johan Dahl 15 spurningar um framtíðina hjá flogfelagnum.

Eitt Høgni Hoydal vil hava at vita, er, hví Johan Dahl heldur at tað er neyðugt at seta ein útlending í stjórastarvið í Atlantsflogi og hví tað er neyugt at hava útlendskar nevndarlimir.

 

Hann hevur eisini heft seg við, at ein útlendsk fyritøka er biðin um at ráðgeva felagnum, nú framtíðarætlanin skal leggjast.

 

Høgni Hoydal vil hava at vita, hvat hetta kostar og um arbeiðið er boðið út í Føroyum.