Vil vita um hugsað varð um fólk við breki

Hanus Samró vil hava at vita hvørji krøv, Johan Dahl, landsstýrismaður, setti, tá ið farstøðin á Vága Floghavn varð útbygd

 

 

Setti Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum nøkur krøv um atkomumøguleikan hjá fólki við breki, táið Vága floghavn varð útbygd.

 

Tað vil Hanus Samró, tingmaður hava at vita.

 

Hann hevur stutt síðani spurt landsstýrismannin um tað sama og tá fekk hann at vita, at Atlantic Airways hevur útvegað eina lyftu at flyta fólk við breki í og úr flogfarinum frá aftara endanum í flogfarinum.

 

Hanus Samró heldur, at hetta er gagnligt fyri tey, ið bera brek.

 

- Men spurningurin er hinvegin um landsstýrismaðurin við vinnumálum setti sum krav, tá farið var í holt við at byggja Vága Floghavn, at ein armur var til tey, ið bera brek, ella ikki.

 

Sostatt vil hann hava vit vita, um nøkur krøv vórðu sett til floghavnina um at útvega ein arm, so fólk við breki kundi sleppa í flogfarið, og úr tú aftur, við egnari hjálp.

 

Hann vil eisini hava at vita, hvat ein slíkur armur kostar, og um Johan Dahl annars ætlar at tosa við Vága Floghavn um at útvega ein slíkan arm.