Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur sett landsstýriskvinnuni í almanna málum, Eyðgunn Samuelsen, ein §52 a fyrispurning, har hann spyr um broytingarnar í fólkapensjónini.
Tingmaðurin vil hava upplýst í krónum og oyrum, hvat landsstýrið metir at sparingin verður næstu trý árini við at lækka grundupphæddina í fólkapensjónini.
Harumframt verður spurt um hvussu nógv grundupphæddin í fólkapensjónini lækkar við broytingini hjá landsstýrinum.
- Grundupphæddin í fólkapensjónini hevur verið bulurin í samhaldsføstu almennu pensjónini. Samstundis er grundupphæddin einasta veiting, sum hvørki verður skattað ella mótroknað í aðrari inntøku, skrivar tingmaðurin í viðmerkingunum í fyrispurninginum.