Tað ger fyrrverandi løgmaður og formaður Sambandsfloksins í einum grein 52a fyrispurningi til Aksel V. Johannesen, løgmann. Spurningurin er einfaldur og ljóðar soleiðis:
– Hvør er árligi kostnaðurin av aðalráðunum árini 2019 – 2023?
Í viðmerkingum til spurningin sigur Bárður Nielsen, at hann er ein uppfylging uppá spurning, hann setti løgmanni í juni í ár, har løgmaður ikki svaraði, hvør árligi kostnaðurin av miðfyrisitingini er í krónum.
– Hóast haldførið var høvuðstema, tá CEF-samgongan varð skipað, byrjaði samgonguskeiðið við at økja talið á landsstýrisfólkum og aðalráðum úr sjey upp í níggju, og nógv bleiv gjørt burturúr, at hetta var fíggjarliga skynsamt og fór ikki at krevja fleiri starvsfólk í miðfyrisitingini.
##med2##
– Sjálvur segði løgmaður, at ætlanin var, at miðfyrisitingin skuldi ikki kosta fleiri almennar skattakrónur.
Bárður Nielsen vísir á, at nú hálvtannað ár er liðið, hava verið lýsingar til fleiri nýggj størv í miðfyrisitingini, og tríggir nýggir aðalstjórar eru settir.
– Tí ynskist at fáa upplýst, hvør árligi kostnaðurin av aðalráðunum er fyri árini 2019 – 2023, sigur Bárður á Steig Nielsen, sum sjálvur var løgmaður frá september 2019 til á jólum í 2022.












