Poul Michelsen, tingmaður fyri Framsókn, vil nú hava at vita, hvussu nógvar flogferðir, almenna fyrisitingin og stovnar og ráð undir landinum, gera um árið.
Hann vil eisini hava at vita, hvussu nógv hesar flogferðir upp á landsins besta, kosta landskassanum.
Og nú vil hann hava Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, at leggja tølini á borðið.
Tingmaðurin fyri Framsókn vísir á, at prísirnir á flogferðaseðlum ímillum Føroyar og umheimin eru ov høgir og tað er darvandi fyri samfelagsmenningina.
Fólk eru tó ymisk á máli um, antin tað almenna skal leggja seg beinleiðis út í trupulleikan, ella um hann skal loysast við veksandi kapping á økinum.
Tí heldur hann, at tað er áhugavert at fáa at vita, hvussu nógv tað almenna brúkar í flogferðaseðlum um árið
- Tað, sum tað almenna rindar fyri flogferðir, hevur stóran týdning í hesum sambandi.
Men brúkar tað almenna sína støðu sum stórbrúkari av flogrutuni, rætt, kann tað fáa avgerandi týdning fyri ferðaseðlaprísirnarir.
Poul Michelsen leggur afturat, at hetta er eisini ein liður í arbeiðinum at økja um vitanina, sum skal til í arbeiðinum at fáa prísirnar á flogferðaseðlunum til útlandið niður.









