Vil vita hvussu javnstøðan er hjá tí almenna

Gongur tað almenna undan at hava javnstøðu í starvsfólkahópinum, og í almennum nevndum og ráðum? Tað er ein spurningur, sum landsstýrið nú skal greiða Løgtinginum frá.

 

Sostatt skulu løgmaður, og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum nú greiða frá hvussu væl tað eydnast hjá tí almenna sjálvum at halda javnstøðulógina.

 

Á sjálvum altjóða kvinnudegnum, hevur Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, biðið tey bæði greiða Løgtinginum frá, hvussu stendur til við javnstøðuni hjá tí almenna.

 

Sostatt skulu løgmaður og Kristina Háfoss nú greiða frá, hvussu nógvir menn, og hvussu nógvar kvinnur, eru í starvi hjá tí almenna. Tey skulu eisini greiða frá, hvussu nógvar menn eru formenn í almennum partafeløgum og í almennum nevndum og ráðum, og hvussu nógvar kvinnur eru.

 

Tey skulu eisini greiða frá, hvussu kynsbýtið er í almennum nevndum og ráðum, og í almennum partafeløgum, og hvussu nógv hvørt kynið fær í nevndarsamýningum.

 

Somuleiðis skulu tey eisini greiða Løgtinginum frá, hvussu nógvar kvinnur eru stjórar og varastjórar hjá tí almenna, og, hvussu nógvir menn eru í slíkum størvum, umframt hvussu kynsbýtið er hvat ráðgevarum, deildaleiðarum og leiðarum annars, viðvíkur.

 

Eitt endamál við spurninginum er eisini at fáa greiði á, hvussu lønir og samsýningar eru býtt ímillum kynini, sigur Sonja Jógvansdóttir.