Vil vita hvørja avleiðing uppsøgn av leiðara á Glasi fær

Tingmaður hevur sett løgmanni fyrispurning um, hvørja avleiðing málið um uppsøgnina av útbúgvingarstjóranum á Glasi fer at fáa

Tað er Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, sum hevur sett Akseli V. Johannesen, løgmanni grein 52a fyrispurningin, sum er soljóðandi:

 

1. Heldur løgmaður, at Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum, hevur fyrisitið á fullgóðan hátt í málinum um ógildan av uppsøgn av útbúgvingarstjóranum á Glasi?

 

2. Hvørjar avleiðingar fær viðgerðin av hesum máli?

 

3. Ætlar løgmaður at geva boð um at ógilda afturkallingina av nevndu avgerð?

 

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Jørgen Niclasen á, at í samband við bygnaðarbroytingar á Glasi varð ein av avleiðingunum, at starvið sum útbúgvingarstjóri varð niðurlagt – og viðkomandi persónur varð uppsøgd.

 

– Barna- og útbúgvingarráðið, undir ábyrgd av Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, valdi at afturkalla uppsøgnina. Eftir kæru valdi ráðið at biðja Christian Andreasen, advokat, um eina løgfrøðiliga meting, sigur Jørgen Niclasen.

 

Hann vísir á, at frágreiðingin kemur við lemjandi atfinningum, men at ráðið velur at halda fast við avgerðina, grundað á ein lítlan knaka í frágreiðingini.

 

– Í frágreiðingini frá advokatinum framgongur, at rættiliga nógvar grundgevingar í avgerðini hjá BUMR eru faktuelt skeivar. Fari her at nevna nakrar.

 

– Har framgongur m.a. at BUMR sigur í síni niðurstøðu, at grundarlag ikki er fyri at siga undirvísingarleiðaran úr starvi, tá ætlanin samstundis er at víðka um virksemið á Glasi.

 

– Frágreiðing frá advokatinum staðfestir, at hesin pástandur er beinleiðis skeivur, tí starvsfólkatalið minkaði.

 

– BUMR sigur, at bygnaðarbroytingarnar ikki vóru liðugt viðgjørdar. Advokaturin staðfestir, at tann pástandurin eisini er skeivur.

 

– BUMR sigur, at framferðarhátturin í sambandi við bygnaðarbroytingar hevur ikki fylgt vanligari mannangong.

 

– Advokaturin afturvísir hesum pástandi við at vísa á, at Fíggjarmálaráðið - sum er myndugleikin á tí økinum - sigur, at Glasir hevur fylgt vanligari og lógligari mannagongd. Advokaturin sigur, at tað framgongur av málinum, at eitt berandi sjónarmið hjá BUMR at ógilda uppsøgnina byggir á tað faktum, at ætlanin við bygnaðarbroytingini var at víðka um starvsfólkahópin í fyrisitingini á Glasi. Hann staðfestir, at eisini hetta faktum er skeivt, sigur Jørgen Niclasen.

 

– Her kann av røttum spyrjast, um fyrisitið er á fullgóðan hátt. Avgerðin fer at kosta landskassanum nógvan pening. Tað, sum verri er, at ber hetta til, so kunnu landsstýrisfólk í framtíðini taka avgerðir sum teimum lystir við at brúka skeiv fakta, sigur Jørgen Nicalsen í viðmerkin til fyrispurningin.

 

Løgmaður hevur 14 dagar at svara spurninginum.