Hví hevur Høgni Hoydal skert kvotuna hjá trolarunum á Flemish Cap.
Tað vil Jacob Vestergaard, tingmaður løgtingsmaður, nú hava at vita.
Jacob Vestergaard, sum er fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum sigur, at í fyrstu atløgu var ætlanin at nokta trolarum at sleppa yvir á Flemish Cap. Og hann vil hava Høgna Hoydal at greiða frá, hvørjar sakligar grundgevingar vóru fyri tí.
- Tað undrar, at landsstýrismaðurin, sum dagliga tosar um opinleika, gjøgnumskygni, klokkuklárar mannagongdir og treytaleyst nærlagni, ikki hevur kunnað um, hvørjar sakligar grundgevingar eru fyri avgerðini, sigur Jacob Vestergaard.
Og tað vil hann nú hava Høgna Hoydal at greiða frá.
Men tá ið avtornaði, sluppu trolarar kortini upp í part, men ístaðin fyri at lata teimum 1/3 av kvotuni, sum teir fingu í fjør, fáa teir bara 1/4 av kvotuni í ár.
Og Jacob Vestergaard vil eisini hava at vita, hvørjar sakligar orsøkir eru fyri tí avgerðini.
Hann minnir á, at fiskivinnupolitikkurin hevur ofta elvt til orðaskifti, har persónlig áhugamál hava verið nevnd.
- Tí er umráðandi at fáa at vita, um kunngerðin hevur verið fyri á landsstýrisfundi, og um løgmaður var til staðar, sigur Jacob Vestergaard.