Tað er Grímur Sundstein, sum hevur havt sæti á tingi fyri Fólkaflokkin fyri Árna Skaale, løgtingsmann, sum hevur sett landsstýrismanninum í samferðslumálum, Dennisi Holm, ein grein 52a fyrispurning um játtanina til Vestmannatunnilin á løgtingsfíggjarlógini.
Hann spyr soleiðis:
1. Nær verður væntandi farið undir at bora tunnil til Vestmanna?
2. Hevur landsstýrismaðurin saman við landsstýrinum gjørt nakra endaliga raðfesting av, hvørjir tunlar skulu gerast næst?
3. Fer arbeiðið at fyrireika og projektera tunnil til Vestmanna at halda fram komandi árini, hóast ongir pengar eru játtaðir á fíggjarlógini til Vestmannatunnilin fyri 2025 og frameftir?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir Grímur Sundstein á, at í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2025, stendur m.a. at ‘Vestmannatunnilin verður fyrireikaður og projekteraður. Tá Tjørnuvíkartunnilin er liðugur, verður eftir ætlan farið undir Vestmannatunnilin.’
– Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 er 1 mió. kr. sett av til tunnil til Vestmanna í 2024, men onki komandi árini! Til samanberingar hevði undanfarna samgonga í sínum seinasta fíggjarlógaruppskoti játtað 75 mió. kr. til Vestmannatunnil í 2025.
– Nú arbeiðið at gera tunnil til Tjørnuvíkar er farið í gongd, kann væntast at ferð eisini kemur á fyrireikingarnar til Vestmannatunnilin. Men hóast greiða setningin um, at ‘Tá Tjørnuvíkartunnilin er liðugur, verður eftir ætlan farið undir Vestmannatunnilin.’, kann tað tykjast sum ein andsøgn, at ongir pengar eru játtaðir á fíggjarlógini til hendan tunnilin komandi árini, sigur hann.
Hann vísir á, at farleiðin til Vestmanna er góð, tá veðrið er gott, men tíverri er ov ofta ikki koyrandi í vetrarhálvuni fyri vindi og kava.
– Umframt vestmenningar og avbygdarfólk koyra eisini bussar við skúlanæmingum, tangabilar í sambandi við aling, lastbilar við farmi og framleiðslu, umframt á leið 40.000 ferðafólk, ið ferðast um Høgareyn í summarhálvuni, sigur Grímur Sundstein, sum hevur verið inni sum varamaður fyri Árna Skaale úr Fólkaflokkinum seinastu tvær vikurnar.
Fyri at fáa greiðu á støðuni viðvíkjandi Vestmannatunlinum verður hesin fyrispurningur
settur.