- Eftir mínum tykki er tað onki annað enn eitt dýrkandi millumlið at hava ein menningarstjóra á Landssjúkrahúsinum.
Tað heldur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin.
Hann fer nú at seta landsstýrismanninum í heilsumálum, Aksel V. Johannesen, ein fyrispurning um, hvat vit hava fingið burtur úr, at Landssjúkrahúsið eini tíð síðani setti ein menningarstjóra.
Sjálvur heldur hann, at í veruleikanum er menningarstjórin einki annað enn eitt dýrkandi millumlið.
- Hetta er ein óneyðug útreiðsla og serliga nú tað er avmarkað við pengum, er tað burturvið, at brúka pengar upp á ein menningarstjóra.
Hann heldur eisini, at tað er lítil nytta í einum slíkum, tí ein skurðviðgerð kostar tað, hon kostar og tað er onki, ein menningarstjóri kann gera við tað.
Tí fer hann nú at spyrja landsstýrismannin í heilsumálum um nyttan av menningarstjóranum hevur staðið mát við útreiðslurnar.