Vil vinna 10 ár á rað

Føroya sterkasti maður, Bjarni Nielsen, ætlar sær at halda fram í nógv ár afturat.

Ólavsøkudag varð skipað fyri kappingini Føroya Sterkasti Maður, og fjórða árið á rað var tað Bjarni Nielsen, ið fór avstað við sigrinum. Hann ætlar sær ikki at gevast enn.


- Eg havi mangan sagt, at mítt mál viðvíkjandi Føroya sterkasta manni-kappingini er at vinna 10 ár á rað, so eg verði við aftur næsta ár, sigur Bjarni við Sosialin í dag.


Les eisini: Bjarni er sterkastur


Bjarni Nielsen er við í “fimm skjótir” í Sosialinum í dag, og har ber millum annað til at lesa hvat hann metir um støðið í kappingini og hvussu tað var at kappast á ólavsøku.