Jógvan á Lakjuni hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at seta eitt ráð, sum skal ráðgeva um filmar, telduspøl
Tíðin er farin frá gamla filmseftirlitinum. Tá ið Filmseftirlitið varð stovnað, vóru tað bara biograffilmar at taka støðu til, men síðani er útboðið av filmum á fløgu, bondum og ígjøgnum luftina, vorðið ómetaliga stórt og fjølbroytt.
Gongdin hesi seinnu árini er eisini farin frá almennum banni og skerjingum. Nú er rákið tann vegin, at brúkarin skal leiðbeinast til eitt skynsamt val av filmum og sostatt verður størri ábyrgd løgd á brúkaran sjálvan.
Tí ætlar Jógvan á Lakjuni, landsstýrismað í mentamálum nú at seta eitt ráð á stovn, sum skal ráðgeva fólki, serliga foreldrum, um filmar, telduspøl o.s.fr.
Ætlanin er at Miðlaráðið skal vera nógv meiri útvent og leiðbeinandi enn Filmseftirlitið var, tí tað bygdi á forboð.
- Hetta er eisini í samsvari við gongdina í okkara grannalondum og tí vaksandi alheimsgerðini her á landi, sigur Jógvan á Lakjuni.










