Vil verða yngsti venjarin í effodeildini nakrantíð

Tann bert 24 ára gamli venjarin hjá Skála, Eliasar Olsen vónar at kunna standa á odda fyri Skála komandi ár

Á Skála fegnast tey um, at Skála fyri fyrstu ferð síðani 2008 verður at finna í fremstu fótbóltsdeildini aftur.

 

Tann bert 24 ára gamli, entusiastiski og nærlagdi venjarin, Eliasar Olsen er klárur at taka eitt tørn, sum venjari í effodeildini, og hann vónar at seta met komandi ár, við at gerast yngsti venjarin í tí fremstu fótbóltsdeildini.

 

Fær Eliasar Olsen sín vilja, so skal liðið byggjast upp við spælarum, sum hava tilknýtið til felagið. Hann avvísir ikki, at Pætur Dam Jacobsen hjá EB/Streymi og Jónhard Frederiksberg hjá NSÍ, sum hava eina fortíð á Skála kunnu gerast partur av hópinum, men Eliasar undirstrikar, at tað sjálvandi eisini er upp til Pætur og Jónhard.

 

Undir myndini ber til at hoyra eitt prát við Eliasar Olsen, sum var í sendingini "3. hálvleikur" á Rás2 ígjár.