Sambandsflokkurin er settur í bás, sum ein stirvin og afturhaldssinnaður flokkur.
Hetta heldur Lisbeth L. Petersen, sum hevur tikið av áheitan frá Unga Sambandinum um at stilla upp ímóti Edmundi Joensen til formansvalið í flokkinum.
? Eitt nýtt andlit í formanssessinum kann møguliga betra um umdømið hjá flokkinum, so vit ikki longur verða sett í bás, sum tey, sum einki vilja, sigur Lisbeth L. Petersen.
Nýggja formansvalevnið leggur tó doyðin á, at hon ikki heldur verandi formann, Edmund Joensen vera beinleiðis orsøk til vánaliga umdømið floksins.
? Hetta er bara eitt umdømi, vit hava fingið. Og ein loysn at betra um tað er møguliga at fáa nýggjan formann. Hetta kann tykjast órættvíst móti Edmundi Joensen, men soleiðis er politikkur. Hetta er ein hørð verð, staðfestir Lisbeth L. Petersen.
Lisbeth L. Petersen torir ikki at siga, um hon fer at vinna valið, men hon ætlar at gera eina roynd. Hon tekur formansvalið, sum eina avbjóðing, og vinnur hon ikki, fer hon ikki í kolkjallaran.
? Eg eri ógvuliga errin av, at tað eru tey ungu, sum hava stillað meg upp. Hetta kenni eg sum eina veruliga álitisváttan, sigur Lisbeth L. Petersen.
Hóast hetta er fyrstu ferð, at Lisbeth stillar upp til formansvalið í Sambandsflokkinum, er tað ikki fyrstu ferð, at hon hevur fingið áheitanina. Hon er fleiri ferðir biðin um at stilla upp, men ikki fyrr enn nú helt hon løtuna vera ta røttu.
Lisbeth L. Petersen sigur seg hava lagt stóran dent á at spæl við opnum kortum til formansvalið. Hon kunnaði beinan vegin Edmund Joensen um ætlanina, tá hon hevði gjørt av at stilla upp.
Vinnur Lisbeth L. Petersen formansvalið, fer Sambandsflokkurin at vera lættari at tosa við, tá tað snýr seg um broytingar í ríkisrættarligu støðuni. Men Lisbeth ætlar sær ikki eitt vet út um ríkisfelagsskapin. Har er markið, sigur hon.
Fakta
Lisbeth L. Petersen
Fødd 28. februar 1939.
Foreldur: Rachel og Georg Lindenskov Samuelsen, Tórshavn.
Maður: Jákup Petersen, maskinmeistari, sonur Elsu og Jóannes Petersen, Signabø.
Útbúgving: Realprógv Tórshavn 1955. Studentsprógv Bagsværd Kostskole og Gymnasium 1958.
Yrki: Husmóðir. Fyrrverandi projektskrivari á Førya Fornminnissavni.
Býráðslimur í Tórshavn síðan 1984, 1. næstformaður 1984-92, býráðsformaður 1992 -1996.
Starvsstjórnarlimur (Sambandsflokkurin) 1980-90. Floksskrivari 1982-87. Nevndarlimur í "Føroya Væl" - veljarafelag Sambandsfloksins - 1989-2000, formaður 1997-99. Næstformaður í KSF - Kvinnufelagssamskipan Føroya 1982-86.
Varalimur á fólkatingi á heysti 1988.
Løgtingsmaður síðan 1990. 2. næstformaður í 1991 og 3. næstformaður í 1992.
Heimstaður: Handaratún 9, 100 Tórshavn.
Kelda: www.logting.fo










