Tey flestu vilja klænka seg, men Donna Simpson vil hinvegin verða heimsins feitasta kvinna. Hon vigar longu 274 kilo, men málið er 453 kilo. 42 ára gamla kvinnan frá New Jersey í USA miðar ímóti at koma upp á 1000 libs markið ? 453,4 kilo ? innan fyri tvey ár. Hon heldur upp á, at hon er sunn, hóast hon longu sum er má brúka ein sonevndan »mobility scooter« at koyra á, tá hon keypir inn.
- Tað besta eg fái er sushi, men í mun til onnur kann eg eta 70 bitar í einum, sigur Donna Simpson.
Hon hevur longu metið sum heimsins feitasta mamma. Tá hon føddi dóttrina, Jacqueline, í 2007, vigaði hon smá 243 kilo.
Men sjálvt um hon nú bert kann ganga 20 fet, áðrenn hon má hvíla, vil hon kortini gerast feitari.
- Tað kann tó gerast trupult at náa teirri vektini, tí eg renni eftir dóttrini alla tíðina og tað heldur vektini niðri, sigur Donna Simpson.
Ein skuldi kanska trú, at maðurin royndi at halda Donnu aftur at eta so nógv, men hann eggjar henni til ? sjálvt um hann sjálvur ikki vigar meiri enn 68 kilo, skrivar enska blaðið Daily Mail.
Til at fíggja tær 4.500 krónurnar, tað kostar í mati um vikuna at náa málinum, hevur Donna eina heimasíðu, har menn gjalda fyri at síggja hana eta. So sig so, at amerikanarar ikki duga at fáa pengar burtur úr tí mesta.