Tað er vanligt, at fólk broyta sína vangamynd á Facebook, tá yvirgangsálop og náttúruvanlukkur hava rakt ymsa staðni í heminum.
Nú syrgiligi eldsbrunin rakti Tvøroyri í dag hevur Heini Festirstein, sum starvast sum grafikari á Føroya Tele, gjørt eina tekning, fyri at vísa samhuga við Tvøroyri.
- Eg haldi, at tað sum er hent er ein katastrofa. So helt eg, at eg mátti gera okkurt fyri at vísa sympati og stuðul til øll sum eru rakt, sigur hann.










