Um tað skal eydnast at nøkta tørvin fyri fleiri bústøðum í føroyska samfelagnum er neyðugt at umskipa almenna grunnin Bústaðir til eitt alment partafelag. Tað skrivar Andras Róin, stjóri í Bústaðir, í nýggju ársfrágreiðingini hjá grunninum.
- Tað er okkara meting, at tíðin sum almennur grunnur er farin. Neyðugt er, at Bústaðir, og harvið Húsalánsgrunnurin, verða umskipaðir til eitt alment partafelag, ið kann virka javn bjóðis við okkara natúrligu samstarvspartar, sum eru í byggivinnuni og fíggjargeiranum, skrivar Andras Róin.
Orsøkin er millum annað tann, at tað sambært stjóranum er ógreitt hvat ein almennur grunnur er.
- Bústaðir eru í dag, eins og Húsalánsgrunnurin var, skipaður sum ein almennur grunnur. Tað er tó ógreitt, hvat ein almenn ur grunnur er fyri ein eind, hvørjar heimildirnar eru, og hvussu hann skal virka, skrivar stjórin.
Eitt av endamálunum at skipa Bústaðir sum alment partafelag er millum annað fyri at víðka um virksemið, so at grunnurin ikki einans er avmarkaður til at byggja og eiga bústaðir, men eisini kann fara undir onnur samstørv fyri at útvega bústaðir.
- Bústaðir meta, at vit í dag mangla 2.000 bústaðir, t.v.s. íbúðir og tætt lágt byggjarí, antin sum leigubústaðir ella lutabústaðir. Bústaðir meta eisini, at tað ikki er ynskiligt, at Bústaðir skulu byggja og eiga allar hesar. Betur vildi verið, at tolni kapitalurin, sum annars er í landinum, verður brúktur til at loysa hesa avbjóðing. Fyri at fáa tað at virka er neyðugt, at Bústaðir fáa fríari og greiðari handilsligar karmar at virka undir. Hetta soleiðis, at eitt javnbjóðis samstarv millum pensjónsfeløg, aðrar íleggjarar, kommunur, arbeiðstakarar og Bústaðir kann koma at virka, skrivar stjórin í ársfrágreiðingini.

Vil umskipa Bústaðir til alment partafelag

