The Star-Spangled Banner veittraði yvir Tinganes í dag og amerikanskar hermannabúnar fyltu lítlu gongirnar, tá Uttanríkis- og Vinnumálaráðið bjóðaði fjølmiðlunum til tíðindafund á middegi.
Orsøkin til amerikansku hernaðarligu hjáveruna og tíðindafundin var tann saman. Ray Mabus, amerikanski herflotaráðharrin, er á vitjan í Føroyum í hesum døgum, og trygdin er harvið í topp.
Burtur var vanlig føroyska siðvenja, har miðlar og onnur koma fimm minuttir ov seint til tíðindafundir og kunnu seta so nógvar spurningar, ið teir ynskja. Í samband við vitjanina máttu miðlarnir boða frá luttøku og enntá møti til kunningarfund hálvan tíma áðrenn, har boðini komu um, at amerikanarar ikki taka móti meira enn einum spurningi frá hvørjum fjølmiðli.
Fyri fjølmiðlunum greiddi ráðharrin frá, at hann var komin til Føroya at fáa í lag samband við føroyskar politikarar, og var tað serliga umhvørvisbroytingar og Arktisk, ið fekk hann hendan vegin.
Men í stutta tíðindafundinum kom greitt fram, at ósemjan við russar eisini spøkir. Fleiri ferðir legði hann dent á týdningin av fríum siglingarleiðum, og nevndi millum annað, at russiskir kavbátar eru alsamt meira at síggja í Norðuratlantshavinum.
Spurdur um føroyingar sum eitt avleiðing av hesum kunnu vænta at síggja fleiri amerikansk hernaðarskip um okkara leiðir, svaraði hann, at tað var væl møguligt, tó at hann ikki nevndi føroyskt sjóøki.
Tá hann eftirfylgjandi varð spurdur, um amerikanarar fara at spyrja seg fyri hjá dønum ella føroyingum, um teir ynskja at sigla í føroyskum sjóøki, legði hann dent á, at tað var ov tíðliga at taka støðu til slíkar spurningar.










