Amerikanski forsetin Donald Trump hevur boðað ráðgevum sínum frá, at hann nú er klárur at taka amerikanska herin úr Sýria. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.
USA hevur verið til staðar í Sýria síðan 2014, tá USA saman við øðrum sameindum, løgdu uppí stríðið móti islamska yvirgangsfelagsskapinum Islamski Staturin. Júst stríðið móti IS kann gerast ein forðan fyri ætlanini hjá forsetanum at taka herin úr Sýria, tí sambært Reuters, so meta umboð fyri amerikanska herin ikki, at stríðið móti yvirgangsfelagsskapinum er liðugt.
Leysasøgurnar koma í kjalarvørrinum av, at amerikanska blaðið the Wall Street Journal í gjár bar tíðindini, at forsetin hevði steðgað eina játtan á umleið 200 milliónir dollarar, ið skuldi brúkast í stríðnum í Sýria. Játtanin bleiv steðgað, tí stjórnin ynskir at taka støðu til hvør framtíðar leikluturin hjá USA skal vera í Sýria, skrivar Reuters.
Donald Trump nevndi eisini sjálvur møguleikan fyri at fara úr Sýria, tá hann hósdagin helt eina røðu í amerikanska statinum Ohio.
- Vit fara skjótt úr Sýria. Latið onnur fólk taka sær av tí nú. Vit fara sera, sera skjótt avstað. Vit fara aftur til okkara land, har vit hoyra heima, og har vit ynskja at vera, segði Trump sambært Reuters í røðuni.
Mett verður, at umleið 2.000 amerikanskir hermenn eru í løtuni staddir í Sýria.









