Vil tú siga forvæl

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna Javnaðarflokkurin
----------

Tað verður sagt, at vit eru so háttaði, at vit ikki geva okkum fær um, hvussu týdningarmikið tað er at hava nøkur rættindi, fyrr enn vit hava mist tey. Nú samgongan vil fremja ein politikk, har vælferðarsamfelagið verður avmonterað, er spurningurin, um vit geva okkum fær um, hvat ið er í fer við at henda. Eru vit so von við at hava tey rættindi, ið vælferðarsamfelagið gevur okkum, at vit ikki duga at ímynda okkum, at hesi rættindi kunnu hvørva, um vit ikki standa saman og verja hesi rættindi.
Lokka við skattalætta
Er tað veruliga so, at vit lata okkum lokka við einum lyfti um nakrar fáar krónur í skattalætta til tey, ið veruliga hava tørv á einum lætta. Prísurin fyri henda tiltrongda lætta er, at vit fáa eitt samfelag við brúkaragjøldum fyri almennum tænastum og eitt samfelag, har gjáin millum rík og fátøk bara veksur. Orsøkin er, at ætlaði skattalættin als ikki setir inn, har hann er mest tiltrongdur. Hundraðtals milliónir tiknar frá pensiónsuppspararanum skulu brúkast til at lætta um hjá nøkrum fáum, ið als ikki eru illa fyri. Nærum helvtin av lættanum, áleið 130 milliónir, fara jú til áleið 6 prosent av fólkinum. Restin av fólkinum kemur at bløða fyri hesum ófíggjaða lætta langt inn í framtíðina.
Marginalskatturin er ov høgur
Lat ongan iva vera um, at Javnaðarflokkurin ásannar, at marginalskatturin er ov høgur, og vit vilja fegin verið við til at loysa henda trupulleika. Vit hava lagt eitt uppskot fram, har tey, ið veruliga hava brúk fyri einum lætta, fingu hann. Inntøka á 320.000 krónir fekk stórsta lættan og ikki sum í flatskattinum hjá samgonguni , har ið tey, ið tjena frá hálvari til heila millión fáa mest.
Samgonguflokkarnir eru greiðir yvir, at vit og restin av andstøðuni fegin vil gera eina semju um at lækka marginalskattin. Treytin er, at hesin skattalætti verður fíggjaður og ikki, at vit brúka inntøkur, ið koma at mangla í seinni, og sum fara at hava við sær, at vit ikki fara at hava ráð til eldrarøkt um nøkur fá ár.
Vælferðarsamfelagið er fortreytin fyri góða lívinum
Nógvar kanningar eru gjørdar, har man hevur samanborið vælferðarsamfelagið við samfeløg, har ójavnin millum fólk er stórur. Kanningarnar vísa allar, at tað er ikki bert ein spurningur um krónur og oyrur. Eitt samfelag við stórum ójavna ávirkar alla okkara lívsgóðsku. Tað ávirkar okkara livialdur, hvussu okkara børn klára seg í skúlanum, hvussu okkara heilsustøða er, og hvussu nógv ónøgd og kriminalitetur merkir gerandisdagin. Fái meg ikki at trúgva, at tað er eitt tílíkt samfelag flestu føroyingar ynskja.
Lat okkum tí, heldur enn at siga forvæl til vælferðina, siga nei takk til flatskattin.