- Vit eiga at gera royndir við at seta arbeiðsvikuna niður fyri ávís størv, men halda fast um fulla løn, segði Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, undir aðalorðaskiftinum um Javnstøðupolitikk seinasta týsdag.
Landsstýriskvinnan sipaði til, at nógvar kvinnur arbeiða niðursetta tíð og ein grund kann vera, at arbeiðið er ov tungt.
Í frágreiðingunum til Løgtingið um javnstøðupolitikk verða fleiri átøk nevnd, sum skulu føra til størri javnstøðu. Átøkini eru knýtt at fleiri fokusøkjum og eitt fokusøki er javnstøða í arbeiðslívinum.
Eitt av átøkunum, sum verður nevnt er at økja møguleikan fyri at arbeiða fulla tíð. Víst verður til, at kvinnur á føroyska arbeiðsmarknaðinum í stóran mun arbeiða niðursetta tíð.
Í frágreiðingini frá Eyðgunn Samuelsen verður sagt, at ein týðandi orsøk til, at kvinnur arbeiða niðursetta tíð er fyri at fáa familjulívið at ganga smidligari, men ein onnur grund kann vera, at tað ikki er so lætt at fáa fulla tíð í teimum vanligu kvinnuarbeiðunum.
Í frágreiðingini sigur landsstýriskvinnan, at sum part av átakinum um at økja møguleikan fyri at arbeiða fulla tíð, so ber til at kanna møguleikarnar at gera broytingar í vaktarskipanum, soleiðis at møguleiki verður hjá teimum kvinnum, sum í dag arbeiða niðursetta tíð at arbeiða fulla tíð.
Sambært verkætlanini Manntal 2011 arbeiddu 54% av kvinnunum undir 35 tímar og fimta hvør kundi hugsað sær at arbeitt fleiri tímar.
Landsstýriskvinnan nevndi eisini, at ein annar møguleiki var, at kommunurnar og fíggjarmálaráðið gera royndir at seta arbeiðstíðina niður hjá summum starvsbólkum.
- Vit vita ikki um, um ein grund til at nógvar kvinnur arbeiða niðursetta tíð, er at arbeiðið er ov tungt, men sum part av hesum átakinum, ber til at skipa bæði arbeiðstíð og arbeiðsuppgávur øðrvísi, heldur Eyðgunn Samuelsen.
Kelda: Starvsmannafelagið










