Vil styrkja sjálvsvirðið hjá børnum

Vit ynskja tað øll men vit ganga og billa okkum sjálvum inn at vit ikki hava tíð til tað, sigur kunstterapeuturin Vivian Sjóðklett, sum hevur týtt fløgur til Føroyskt sum skulu styrkja sjálvsvirðið hjá børnum

Vit ynskja tað øll men vit ganga og billa okkum sjálvum inn at vit ikki hava tíð til tað, sigur kunstterapeuturin Vivian Sjóðklett,  sum hevur týtt fløgur til Føroyskt sum skulu styrkja sjálvsvirðið hjá børnum.

Kunstterapeuturin Vivian Sjóðklett hevur týtt ljóðfløgur til føroyskt, sum hava til endamáls at styrkja sjálvsvirði hjá børnum. Fløgurnar komu upprunaliga út á donskum eftir viðurkenda danska terapeutin Carsten Sommerskov. Á fløgunum, sum eru til ymiskar málbólkar, eru søgur til børn har tey sjálvi eru høvuðspersónarnir.

Vivian Sjóðklett greiðir frá, at gerandisdagurin hjá okkum er strongdur í dag, og vit skulu ofta frá einum staði til annað, og tí er týdningarmikið at geva sær stundir til at anda og kenna seg sjálvan. Hesar fløgurnar eru fyrst og fremst til børn, men ein er eisini til vaksin. Vivian Sjóðklett sigur, at um tú bert setur fimm minuttir av hvønn dag til hesar venjingarnar, so venur kroppurin og heilin seg til at gera tær, og harvið fella tær náttúrliga næstu ferð tú ert í eini strongdari støðu.

Les meir um ljóðfløgurnar hjá Vivian í Vikublaðnum sum verður borðið út hvørt hús í Føroyum mánadagin