– Undirritaði vísir á, at ætlaða niðurlaðingin av ríkisveitingini hjá landsstýrinum merkir, at inntøkur landskassans í hesum valskeiðnum verða 250 mió. kr. minni enn ætlað. Hetta er ein stór upphædd, sum verður tikin úr føroyska búskapinum.
Soleiðis sigur Magnus Rasmussen, sum er umboða Sambandsfloksins í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.
– Sjálvsagt fer hetta at merkjast, og tað er tað longu farið. Henda trygga inntøkukelda landskassans verður javnan gjørd til einkis. Sagt verður aftur og aftur, at hendan inntøkan hevur ikki tann stóra týdningin, ja nøkur fara so langt sum at siga, at hon í veruleikanum hevur als ongan týdning. Vil bara minna á, at trygga inntøkan av ríkisveitingini hevur stóran týdning, sigur Magnus Rasmussen, sum vísir á, at hon í løtuni er knøpp 8% av inntøkum landskassans.
– Og eitt er vist, at er hendan inntøkan ikki til staðar, so mega inntøkur koma aðrar vegir. Sum nú er, so er skattaskrúvan táttað alvorliga, og avgjaldsinntøkurnar frá borgarum og vinnu er nógv øktar seinastu árini, so áhugavert hevði verið at fingið at vita, hvaðani landsstýrið og samgongan hugsa at fáa fleiri inntøkur til vegar, sigur hann.
– Tað er eisini sjón fyri søgn, at vanliga húsarhaldið hevur tað trupult og tungt við at fáa endarnar at røkka saman. Kostnaðarstøðið er nógv hækkað á vørunum, serliga gerandisvørum, so nógvar føroyskar familjur hava torførar tíðir. Og so ikki um at tala tær øktu rentuútreiðslurnar og inflatiónina, sum vit øll kenna til, vísir hann á.
– Undirritaði heldur tí, at samgongan heldur skuldi gjørt álvara av orðunum í samgonguskjalinum um at endurskoða ætlanina (um at lækkar ríkisstuðulin, red.), um búskaparliga støðan broytist – tí eitt er vist, og tað er, at búskaparliga
støðan er broytt, síðani samgongan tók við fyri tveimum árum síðani, sigur Magnus Rasmussen.











