– Vit mangla bústaðir, og í løtuni er bráðneyðugur tørvur hjá nógvum at fáa hóskandi tak yvir høvdið. Tað sigur Birna Heinesen úr Hoyvík, sum nú hevur gjørt av at stilla upp fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið, sum verður í næstum. Og hon sigur, at nettupp bústaðarneyðin er eitt av hennara hjartamálum
Birna Heinesen er 32 ára gomul og búsitandi í Hoyvík. Hon er gift Hans Jákupi Danielsen, og saman eiga tey synirnar Marius og Sjúrð. Birna er leiklistafrøðingur við hjágrein í norðurlendskum máli og bókmentum. Hon undirvísir á miðnámsskúlanum í Kambsdali, umframt á Dramaverkstaðnum í Havn. Harafturat er hon í Leiklistaráðnum og er forkvinna í lærararáðnum á Miðnámi á Kambsdali.
– Sum ein av teimum, ið er flutt heim aftur aftaná fleiri ár uttanlands, síggi eg, at avbjóðingarnar í samfelagnum eru nakrar heilt aðrar nú, enn tá eg fór av landinum í lestrarørindum, sigur hon í eini fráboðan í morgun. Vit mangla bústaðir, og í løtuni hava nógv ein bráðneyðugan tørv á at fáa hóskandi tak yvir høvdið, og tað verður eitt mál, hon fer at arbeiða fyri.
Onnur av hennara hjartamálum er at fáa ungdóminum so góðar umstøður sum gjørligt í sambandi við útbúgvingar og at tryggja, at útbúgvingarnar fylgja við samfelagsmenningini. Men hon hevur eisini virka fyri, at listafólk fáa betri umstøður.