Vil steingja vegirnar í ódnarveðri

- Tá er tað tryggari, at tey sum kortini ikki lurta, ikki sleppa út á vegirnar, tí tey seta seg sjálvi og onnur í vanda, sigur Henrik Old.

- Landsverk og onnur, ið arbeiddu undir heilt ekstremum umstøðum gjørdu eitt framúr gott arbeiði.


Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í Samferðslumálum, eftir at starvsfólk hjá Landsverk og onnur arbeiddu av øllum alvi hósdagin og fríggjanáttina fyri at hjálpa bilførarum og øðrum, ið vóru komin í trupulleikar av veðrinum.


Ódnarveðrið hósdagin tyktist nevniliga at koma óvart at fleiri føroyingar, og fleiri staðni kring landið máttu fólk seta bilarnar, tí tað ikki var koyrandi. Serliga á Sandavágshálsi og Velbastaðhálsi var støðan ring, har Landsverk máttu hjálpa fólkum, ið sótu føst í kavanum í fleiri tímar.


Landsstýrismaðurin er tó harmur um, at starvsfólk, ið eiga at brúka arbeiðstíðina at tryggja vegirnar, mugu setast í verk at bjarga fólkum, ið ikki lurta eftir ávaringum.


- Tað virkar ikki sum at fólk lurta eftir, tá tey fáa eina ávaring um ikki at koyra. Tey eru púra líkasæl. Myndugleikarnir eru ov lagaligir, tá teir heita á fólk um ikki at koyra, sigur landsstýrismaðurin uppgevandi.


Fyri at sleppa undan slíkum støðum mælir landsstýrismaðurin tískil at seta bummar upp, so at landsmyndugleikarnir kunnu steingja vegir, tá koyrilíkindini eru ov vánalig.


- Tá myndugleikarnir meta, at tað ikki er forsvarligt at koyra, so skuldu bummar verða settir upp, so man kundi stongt vandamiklu vegirnar. Tí fólk skilja ikki álvaran fyrr enn tey koma til nakað, ið sigur stopp, sigur Henrik Old, ið metir, at tað kundi verið Landsverk og løgreglan, ið sama tóku avgerðina um nær tað er neyðugt at steingja ein veg.


- Tað skal tó sjálvandi bara gerast í ekstremum førum, so sum hósdagin, tá tað slett ikki var koyrandi. Tað varar eisini so stutt, at tað má bera til, at steingja vegirnar, um tað er neyðugt. So kann man hava útgerð klára, um sjúkrabilar ella onkur annar má sleppa framvið, sigur Henrik Old.


Landsstýrismaðurin leggur tó dent á, at tað ikki eru allir føroyingar, ið ikki skilja álvaran í ávaringunum.


- Vit snakka um tey vanligu, ið ikki lurta eftir nøkrum, men halda seg vita betri enn øll onnur. Tá er tað tryggari, at tey sum kortini ikki lurta, ikki sleppa út á vegirnar, tí tey seta seg sjálvi og onnur í vanda, sigur Henrik Old.


Landsstýrismaðurin metir ikki, at tað er neyðugt at reisa málið í tinginum, men at tað kann loysast í samráð við myndugleikarnar, ið varða av vegunum.


- Eg trúgvi ikki, at tað at steingja ein veg, ið ikki er forsvarligur at koyra á, er neyðugt at leggja fyri tingið. Tað má bera til at steingja ein veg, tá tað handlar um mannalív, sigur Henrik Old.