Vil steðga ølsøluni hjá bryggjaríunum

Ølsølurnar hjá teimum tveimum bryggjaríunum í Føroyum forpesta nærumhvørvið í ávísum bygdum og býum og eiga at verða niðurlagdar, heldur nýggi ráðharrin við familju- og trivnaðarmálum.


Bill Justinussen, familju- og trivnaðarmálaráðharri, er ikki fegin um tað brotið í rúsdrekkalógini, sum gevur bryggjaríum heimild til at selja egnar vørur frá goymslum sínum. Hann vil snøgt sagt hava tað burtur, soleiðis at Rúsdrekkasøla Landsins verður einasta sølustað fyri rúsandi løgir.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


Í samrøðu í seinastu útgávu av Blákrossblaðnum sigur Bill Justinussen, at sølurnar hjá byrggjaríunum forpesta nærumhvørvi, har tær eru, og eru við til at økja um misnýtsluna av rúsdrekka. <o:p></o:p>


Hann vísir á, at eitt av endamálunum hjá nýggju samgonguni er at økja um trivnaðin og minka um rúsmisnýtsluna, og tí er tað heilt greitt, at sølurnar hjá bryggjaríunum eiga at verða niðurlagdar.<o:p></o:p>


Familju- og trivnaðarmálaráðharrin vísir í sama viðfangi á, at tað eftir hansara tykki eingin orsøk er til at nútímansgera rúsdrekkalógina til ferðavinnuna, tí, sum hann sigur við Blákrossblaðið, at um ein ferðamaður ikki kann klára seg uttan rúsdrekka í nakrar dagar, so hevur hann ein trupulleika, og ikki vit.<o:p></o:p>