- Eg vil gjarna vera við til at gleða tey børnini, sum eru innløgd á barnadeildini. Tað sigur 10 ára gamli havnardrongurin, Niklas Jógvan Arge. Tí er hann nú av sínum eintingum farin undir eina innsavning við tí endamálið at fíggja eina klovnframsýning fyri børnunum á barnadeildini.
Sjálvur fekk hann eina fatan av, hvussu lívið er á barnadeildini, tá ið hann varð innlagdur á barnadeildini. Á heimasíðuni, har hann savnar pening inn, sigur hann, at hann varð innlagdur á barnadeildina eina náttina við ringari magapinu
- Lukkutíð var ikki talan um nakað álvarsligt, so eg slapp heim aftur eftir nakrar tímar inni á Barnadeildini, skrivar hann.
- Tá ið vit koyrdu heim, segði eg við mammu og babba, at her kundi eg gott blivið innlagdur aftur. Ikki tí at eg vildi verið sjúkur, sjálvandi ikki, men tí at øll rundan um meg høvdu verið so fitt, hóast tað var mitt um náttina.
Tí sigur hann, at hann vil fgin vera við til at gleða børnini, sum eru innløgd á Barnadeildini. Sostatt hevur hann sett sær fyri at savna inn 1.000 krónur, sum skulu brúkast til at fáa eina klovn at framføra fyri børnunum á barnadeildini. - Alt eftir, hvussu nógv kemur inn, keypa vit eisini nakrar gávur til børnini ella deildina, sigur hann.
- Sjálvt um eg bert var sjúkur í stutta tíð, veit eg, hvussu nógv tað hevur at siga, at fólkini rundan um teg, eru fitt og vinarlig, leggur hann afturat.
Fyribils hevur hann fingið 200 krónur í kassan, men tey, sum vilja hava meiri at vita, kunnu trýsta HER
|









