Vil sleppa ætlanini at byggja nýtt skip til Strandferðsluna

 Hevði tað ikki verið best at slept ætlanini um at byggja nýtt skip til Strandferðsluna. Tað vil Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, nú hava Aksel V. Johannesen, løgmann at svara upp á.

 

Ætlanin er at byggja eitt nýtt skip til Strandferðsluna fyri 40 milliónir. Talan er um eina tríkilju, sum siglur 20 míl, tekur eini 100 ferðafólk, tríggjar bilar, og verður liðugt seint næsta ár.

 

Men Bjørn Kalsø spyr nú løgmann um hann ikki er samdur í, at best hevði verið at slept ætlanini og heldur lagt eina ætlan fyri at bygt hóskandi skip til Strandferðsluna fyri tey gomlu skipini, sum nú sigla ímillum summar av oyggjunum.

 

Men spurningurin er so, hvussu langt ætlanin at byggja tríkiljuna, er komin, og um tað yvirhøvur ber til at sleppa burtur úr ætlanini, og tað skal løgmaður, sum eisini umsitur samferðslumál, somuleiðis svara upp á.

 

Bjørn Kalsø sigur, at tað eru fá, sum vænta, at hendan royndin við eini tríkilju úr glastrevjum kann brúkast. Og hann sigur, at her tosar hann bæði fyri tey, sum búgva á útoyggjunum og tey, sum sigla við núverandi skipunum.

 

Á leiðunum, har bilar skulu flytast, verður ætlaða tríkiljan eitt stórt afturstig, tí hon tekur bara tríggjar bilar, sum skulu standa á opnum dekki frammi í gron. Og bilarnir skulu antin bakka umborð, ella bakka í land, eins og gjørt varð við fyrstu bilferjunum, ið fóru at sigla millum oyggjarnar fyrst í sjeytiárunum, sigur Bjørn Kalsø.