Navn: Sigurjón Einarsson
Bústaður: Ghetto føroyingur í Danmark. Búgvi á Oyrasundskollegiunum.
Aldur: 28
Starv: Eg arbeiði í løtuni sum reseptionist.
Frítíðarítriv: At spæla fótbólt, hyggja eftir fótbólti og skriva um fótbólt.
Nær fært tú summarfrí í ár? Eg eri longu farin í summarfrí.
Hvussu fert tú at halda summarfrítíðina? Eg fari helst at arbeiða fyri tað mesta
Hví hevur tú valt at gera júst hetta? “Money makes the world go round,” siga tey
Plagar tú at ferðast uttanlands um summarið? Ja, eg plagi at ferðast ymsastaðni í Suðurevropa, tí har er sól.
Plagar tú at ferðast í Føroyum um summarið? Til tíðir. Eg ferðaðist nógv sum barn, tí tá plagdi eg at vitja systkinabørnini í Sandavági og í Havn. Tað var ein góð tíð. Annars plagi eg at vera á stevnum og á festivalum.
Ferðast tú hinar árstíðirnar? Ja, eg var á skíferiu í Svøríki í vetur. Tað var ein sera góður túrur.
Lýs summarið við fýra orðum? Havnatokan, Tónleikafestivalar, Ljósar nætur og Stórsligin náttúra
Hvat er títt dreymaferðamál? Eg kundi gott hugsa mær at sloppið til Galapagos oyggjarnar. Men tað verður nokk ikki við bræði.









