Vil sleppa úr Ísrael

Fyri aðru ferð hevur ísraelski kjarn­orku­verk­frøð­ingurin Mordechai Vanunu biðið Noreg um hjálp til at sleppa av landinum

Fyri skjótt tveimum árum síð­ani bað Mordechai Va­nunu táverandi norska for­­sæt­is­rá­ðharran, Kjell Magne Bonde­vik, hjálpa sær at sleppa úr Ísrael, men hann fekk ikki svar. Nú roynir hann aftur.
 Eg heiti inniliga á norsku stjórnina um at verja míni mannarættindi. Tí biðið eg tygum og stjórn tygara gera tykkara til, at ís­raelska stjórnin letur meg sleppa av landinum, skriv­ar Vanunu í einum brævi til Jens Stoltenberg, for­sætis­ráðharra.
Mordechai Vanuno sat í íosraelskum fongsli frá 1986 til 2004, tí hann hevði almannakunngjørt loyniligar upplýsingar um ísraelsku kjarnorkuvápnini. Sjálvt um hann varð latin leysur fyri tveimum árum síðani, hava myndugleikarnir framvegis sera strangt eftirlit við hon­um. Eitt nú hevur hann fing­ið forboð fyri at fara úr Ísrael, og hann hevur held­ur ikki loyvi at tosa við út­lendsk tíðindafólk.