Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein grein 52 fyrispurning um upplatingartíðir hjá Laboratoriinum í Eysturoy.
Løgtingsmaður spyr soleiðis:
1. Kann landstýriskvinnan í heilsumálum góðtaka, at laboratoriið í Runavík og Gøtudali verða stongd vegna summarfrí í juli og august?
2. Hvør er orsøkin?
3. Fer landstýriskvinnan at taka stig til, at laboratoriutænastan í Eysturoy framyvir verður uttan summarsteðg.
Í viðmerkingum til spurningin sigur Kári P. Højgaard, at í Eysturoy búgva áleið 11.000 fólk, harav knapt 6.000 kring Skálafjørðin.
– Nógvir brúkarar av tænastuni á teimum báðum Laboratoriunum eru eldri borgarar við skerdum likamligum førleika. Teir nýta gott av møguleikanum at taka blóðroynd í nærumhvørvinum og eru sera glaðir fyri hesa tænastu. Somuleiðis verða blóðroyndir tiknar á Røktarheimunum og heima hjá brúkarum, sum ikki megna at koma frá húsum sigur Kári P. Højgaard.
Hann vísir á, at kanningarstovurnar eru opnar týsdag. Í Runavík frá 8.30 til 10.00 og í Gøtudali smb. heimasíðuni hjá Eystur Kommunu frá 8.15 til til 9.30.
– Tað mátti ikki verið tann stóri kostnaðurin, um hendan tænasta varð veitt alt árið. Tá tað ber til at steingja tveir mánaðir um summarið, og tað verður góðtikið uttan mótmæli, kann skjótt henda, at hendan, fyri okkara eldru borgarar, so týdningarmikla tænasta verður niðurløgd vegna sparingar.
– Eysturoyingar hoyra vit vanliga lítið til, um nakrar skerjingar ella flytingar henda í oynni, sammett við aðra staðni í landinum. Eitt er vist, um laboratoriutænastan varð stongd tveir mánaðir á einum av sjúkrahúsunum, tá hevði verið eitt ramaskríggj, og hetta hevði als ikki verið góðtikið.
Løgtingsmaðurin heldur, at eitt minstamark má vera fyri heilsutænastu í Eysturoy, har lítið alment virksemi er og fá almenn arbeiðspláss. Spurningurin er eisini dagsaktuellur, nú støða skal takast til seinasta álitið um Heilsuverk Føroya, sigur Kári P. Højgaard.










