Eitt mál, sum hevur fylt nógv hjá vanliga borgaranum, er spurningurin um ferðaendurgjald til tinglimir, og serliga munin á ferðaendurgjaldi sammett við tað ferðaendurgjald, sum vanligi borgarin fær.
John Johannesen ætlar sær at gera nakað ítøkiligt við hetta málið.
- Uppskotið liggur púra klárt juridiskt, og spurningurin er bara at fara rætt fram formelt, Skulu vit taka tað gjøgnum formansskapin í Tinginum, tí hetta er ein spurningur um Tingsins viðurskifti, so hevði tað kanska verið rætt at gjørt tað tann vegin. Hin møguleikin er at fáa ein tinglim frá hvør sínum flokki at vera við sum uppskotsstillarar til eitt tingmál, sigur John Johannesen.
Tað er hetta, hann kannar í løtuni, og fyri at fáa eitt slíkt uppskot ígjøgnum Tingið er sjálvandi neyðugt, at finna ein meiriluta fyri tí.
- Lat okkum nú síggja, hvussu leikur fer, og hvussu tingfólk eru til reiðar at viðgera sínik egnu viðurskifti. Her eru tveir ójavnar í hesum máli. Tann fyrsti er tann veldugi ójavnin í koyripengum sum er hjá einum tingfólki og einum vanligum borgara, men her er eisini talan um ein ójavna ið ger, at tingfólk ikki eru líka stillað, sigur John Johannesen.
Hann sigur, at tað ofta eru fólk, ið fáa henda øgiliga koyripeningin, sum reisast og siga, at tingmannalønirnar skulu skerjast fimm prosent, nú tá tað verður spart aðrastaðni í samfelagnum.
- Veruleikin er tann, at tingmanalønirnar ikki eru serliga høgar, men tað eru nøkur tingfólk, sum fáa nakrar ágóðar, ið eru alt ov órímiligir sammett við vanliga borgaran og sammett við onnur tingfólk, sigur John Johannesen.
Uppskotið, sum liggur klárt, leggur upp til, at tingfólk fáa ferðaendurgjald eftir sama leisti, sum vanligi borgarin fær, og tað er ein risastór skerjing í mun til tað, sum tingfólk fáa í dag.