Tann besta loysnin er at seta eina nevnd at endurskoða stýriskipanarlógina.
Tað boðaði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, frá í Løgtinginum í gjár, tá ið Løgtingið viðgjørdi eitt uppskot um, hvussu løgtingslimir skulu kallast.
Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum, og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi, hava lagt uppskot fyri Løgtingið um broyta tey heitini, løgtingslimir og landsstýrislimir hava.
Formliga eita øll løgtingsmenn, eisini hóast talan er um kvinnur, og formliga eita øll landsstýrismenn, eisini hóast talan er um eina kvinnu, sum situr í landsstýrinum - og sostatt er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður.
Í dagligari talu vera kvinnur í Løgtinginum kortini nevndar løgtingskvinnur og kvinnur í landsstýrinum verða nevndar landsstýriskvinnur.
Og nú vilja tær báðar tingkvinnurnar broyta stýrisskipanarlógina, soleiðis at heitini eisini verða formliga broytt, soleiðis at tær verða nevndar løgtingskvinna og landsstýriskvinna.
Men Bárður á Steig Nielsen mælir frá at samtykkja uppskotið, tí hann heldur ikki, at tað er rætt, at broyta smálutir í stýrisskipanarlógini fyri seg.
Hinvegin heldur hann, at stundin er komin at endurskoða alla stýrisskipanarlógina, nú tað skjótt eru 26 ár síðani hon varð sett í gildi.
Tí mælir hann til at seta eina nevnd, sum skal endurskoða alla stýrisskipanarlógina, soleiðis at ein heildarloysn skal leggjast fyri Løgtingið.
Og hann sigur at heitini á løgtingsmonnum og landsstýrismonnum skal vera ein partur av hesum.
Í hesum sambandi heldur hann, at ein spurningur er um heitið, landsstýrismaður, er nóg tignarligt, tí kanska skulu vit broyta heitið til ministari. Og kanska skal løgmaður kallast forseti - men tað letur seg nokk seg ikki gera, leggur hann afturat.
Men annars heldur Bárður á Steig Nielsen, at tað eru fleiri aðrir tættir í stýrisskipanarlógini, sum vit eisini eiga at hygga at.
Eitt, sum eigur at verða endurskoðað, er tann parturin av stýrisskipanarlógini, sum sigur, at millumtjóða sáttmálar eru altíð yvir føroyskari lóggávu.
Ingilín Didriksen Strøm stúrir fyri, at skal málið í eina nevnd at gera eina heildarloysn, dettur bara alt niður fyri.
Hon heldur, at tað er eingin grund til at gera tað fløktari enn tað er at broyta heitið løgtingsmaður og landsstýrismaður.
Løgmaður heldur hinvegin, at tað skuldi ikki tikið meiri enn eitt ár - og sjálvur heldur hann, at heitið á kvinnuligum limum í Løgtinginum fer at vera løgtingskvinna og heitið á kvinnuligum limi í landsstýrinum fer at vera landsstýriskvinna.