Vil seta gongd á kjakið um ES

Ja til Europa kallast bóklingur, ið Sjúrður Skaale hevur greitt úr hondum.

- Hetta skal síggjast sum eitt íkast til kjakið um ES, og bóklingurin er eitt faktuelt íkast til hetta kjakið, sigur Sjúrður Skaale.

Hann leggur dent á, at tað er hann sum hevur staðið fyri hesum bóklinginum.

- Vit tosaðu um hetta innanhýsis og vórðu samd um, at eg skuldi savna nakað av tilfari saman. Tað er tí ikki almenni politikkurin hjá Javnaðarflokkinum, ið sæst aftur í hesum faldaranum, men haraftur ímóti mín privata meining, sigur Sjúrður Skaale.

Hann vísir á, at tað hevur borið til hjá Álandi, at fingið undantaksloyvir í sambandi við teirra Tax-Free handil, eins og kanaloyggjarnar hava fingið síni undantaksloyvir.

- Hjá okkum er tað fyrst og fremst fiskivinnupolitikkurin, ið krevur eitt undantaksloyvi, og um tað ber til, dugir eingin at siga, sigur Sjúrður Skaale.

Á Álandi hava tey enntá merkt ein vøkstur í fólkatalinum, eftir at landið fekk limaskap í ES.

- Vit fáa fría atgongd til 500 milliónir brúkarar, og tað er vert at hugsa um. Tað er til okkara fyrimun, fáa vit egnaðar avtalur við ES, og í mínum hugaheimi er tað tað einasta rætta, sigur Sjúrður Skaale.