Í Føroyum kunnu skip og bátar lata olju renna á sjógv tá bunkrað verður, uttan at verða revsað.
Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna, sigur, at hetta er avleiðingin av einum dómi, sum nú er sagdur í Føroya Rætti og sum Sosialurin greiddi frá fríggjadagin.
Hon sigur, at hetta er annars nakað, sum verður tikið í stórum álvara í øðrum londum.
Tí hevur løgtingskvinnan nú reist málið í Løgtinginum, har hon fer at seta landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum nakrar spurningar um málið.
Hon vil hava at vita, hvat vendir upp og niður í málinum og hon vil hava at vita, nær kunngerðin um oljubunkring, sum skal eitast at hava verið ávegis í fimm ár, kemur.
- Sambært dómaranum er tað ikki ólógligt at dálka við olju í føroyskum havnum í sambandi við bunkring, staðfestir Annita Fríðriksmørk.
- Hetta er annars nakað, sum gevur so mikið stóra bót aðrastaðni, at ansað verður væl eftir, at lógin ikki verður brotin.
Men hjá manningum á skipum og bátum, sum bunkra í Føroyum, er óneyðugt at óttast fyri revsing, skuldi olja farið á sjógv.
Annita á Fríðriksmørk staðfestir, at spurningurin um dálking við føroyskar havnir, firðir og sund tekur seg javnan upp, og hvørja ferð hevur verið víst á tað líkasælu ella manglandi politisku støðutakan til málið.
- Við hesum fyrispurningi verður so aftur varpað ljós á málið og vóni eg at gongd kemur á málið, so vit lúka tær treytir og krøv, sum vit eiga at liva upp til í einum samfelagið sum tekur umhvørvið í álvara, sigur løgingskvinnan.
Les eisini greinina: Annika Olsen er kløkk av dómi í Føroya Rætti








