Serbiski venjarin, Mladen Krstajic, er í øðini um dómaran, sum hann heldur kostaði liði sínum sigurin móti Sveis fríggjadagin.
Sveis vann dystin 2-1, hóast Serbia kom á odda 1-0 tíðliga í dystinum. Úrslitið ber við sær, at Sveis og Brasil bæði hava fýra stig, Serbia trý og Kosta Rika einki stig. Serbia má tí vinna seinasta dystin móti Brasil, um teir skulu gera sær vónir at koma víðari.
Tá støðan var 1-1 hendi tó tað, sum venjarin er so illur um. Miðskeiðis í øðrum hálvleiki tóku bæði Stephan Lichtsteiner og Fabian Schär um serbiska áleyparan Aleksandar Mitrovic og drógu hann niður í brotsparksteiginum.
Týski dómarin, Felix Brych, lat tó ikki við seg koma og VAR kom heldur ikki óðu serbisku leikarunum til hjálpar. Hevði Serbia fingið brotsspark, skorað, og síðani vunnið dystin, høvdu teir longu havt tryggjað sær pláss í næsta umfari í HM.
- Vit vórðu snýttir. Eg hevði ikki givið dómaranum gula ella reyða kortið, eg hevði sent hann beinleiðis til Haag. Har kundi teir ført sak móti honum, júst sum teir gjørdu móti okkum, segði Mladen Krstajic illur beint eftir dystin.
Viðmerkingin um Haag er ein greið tilvísing til altjóða krígsdómstólin fyri fyrrverandi Jugoslavia, sum hevur ført sakir móti serbisku leiðarunum í blóðiga borgarakrígginum í Jugoslavia. Ratko Mladic, Radovan Karadzic og Slobodan Milosevic eru allir dømdir fyri krígsbrotsverk í Haag.
Seinni um kvøldið dagførdi venjarin Instagramvanga sín við nøkrum myndum av støðuni og enn eini viðmerking.
- Tíverri sær tað út til, at bara serbar uppliva eina úrveljandi rættvísi. Einaferð var tað tað fordømda Haag, í dag er tað fótbólturin og VAR, skrivaði hann og vísti til videodómararnar, sum fyrstu ferð verða nýttir í HM í Russlandi.
Hetta var ikki einasta trætuevnið í dystinum við tilvísing til fyrrverandi Jugoslavia. Báðir málskorarnir hjá Sveis, Granit Xhaka og Xerdan Shaqiri, sum báðir eru albanar, fagnaðu sínum málum við at gera teknið av eini ørn. Tað sipar til albanska minnilutan í Kosovo.
Shaqiri hevði eisini eitt lítið kosovanskt flagg á eina skógvinum. Hetta hevur fingið serbiska fótbóltssambandið at senda eina kæru til FIFA.