Vil senda hermenn til Eystureuropa

Boris Johnson er sinnaður at senda herfólk, flogfør og vápn til Eystureuropa

(Mynd: Geoff Pugh/Ritzau Scanpix)

Bretski forsætisráðharrin Boris Johnson er til reiðar at senda fleiri bretskar hermenn og útgerð til Eystureuropa fyri at ávara Putin og Russland.

 

Tað skrivar Reuters.

 

Seinastu tíðina hevur øktur spenningur verið á markinum millum Russland og Ukraina, og russisk hernaðardubbing í økinum hevur fingið eitt nú amerikanska forsetan Joe Biden at siga, at Russland kann fara at gera innrás í Ukraina í februar.

 

Á fundi millum herleiðarar í NATO í næstu viku fer bretska tilboðið um at senda hermenn, flogfør og vápn til Eystureuropa at verða lagt fram. Í løtuni eru umleið 1150 bretskir hermenn í eystureuropeiskum londum, og talið skal sambært Boris Johnson tvífaldast.

 

– Við hesum vilja vit senda Kreml eitt greitt signal um, at vit góðtaka ikki teirra hóttandi framferð, og at vit altíð fara at standa saman við okkara sameindu í NATO ímóti russiskum fíggindaskapi, sigur Boris Johnson sambært Reuters.

 

Boris Johnson ætlar sær at fara til Eystureuropa í næstu viku, og hann sigur seg eisini fara at tosa við Vladimir Putin í næstum.

 

(Mynd: Geoff Pugh/Ritzau Scanpix)