Til Sovjetsamveldið datt sundur fyri 20 árum síðani, vóru Russland og Hvítarussland partar av sama ríki, og nú sigur russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, at ta støðuna vil hann fegin hava aftur. Tað segði hann á einari ráðstevnu, sum russisk ungfólk hildu við Seliger-vatnið í dag. Russiski forsætisráðharrin legði afturat, at tað er tað hvítarussiska fólkið, sum eigur avgerðina um eina møguliga samanlegging.
Hvítarussland er í svárum búskaparligum trupulleikum og hevur fingið hjálp frá Russlandi. Samstundis hevur hvítarussiski forsetin, Aleksander Lukasjenko, hert framferðina ímóti teirri politisku andstøðuni. Fleiri andstøðufólk eru sett í varðhald, og myndugleikarnir hava hava brúkt harðliga framferð ímóti mótmælistiltøkum. Fleiri lond hava funnist at Lukasjenko, men Vladimir Putin rósar Lukasjenko, sum hevur sitið við valdið í Minsk í 17 ár.