Sum in.fo áður hevur skrivað, er ísraelski sendiharrin til Danmark á vitjan í Føroyum í dag og í morgin. Í dag er ætlanin at síggja Føroyar, meðan hann í morgin skal hitta føroyskar myndugleikar og á hátíðarhald fyri Svenning av Lofti í annaðkvøld.
Les eisini Ísraelski sendiharrin vitjar
Vitjanin hjá Barukh Binah hevur eitt serligt mentanarligt íkast. Við sær til Føroya hevur hann jødiskt-jemenittiska fólkatónleikabólkin Gulaza, sum høvdu konsert í Tøting í kvøld, og sum skulu framføra í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld.
Les eisini Jemenittiskar lagnur í Tøting
Á vitjan síni í Føroyum fer Barukh Binah eisini at kanna møguleikan fyri at sýna Ísraelsku filmsdagarnar í Havnar Bio.
- Hetta er ein árlig filmsframsýning, sum vanliga er í øllum teimum størru býunum í Danmark, men í ár vóna vit at sýna teir í Føroyum og Grønlandi eisini, sigur hann. Ísraelskir filmar eru eitt gott høvi at læra meiri um ísraelska mentan og lív, sigur Barukh Binah. Hann greiðir eisini frá, at ísraelska filmsvinnan hevur merkt ein vaksandi áhuga seinastu árini. Væl umtókta amerikanska sendirøðin Homeland er bygd á eina ísraelska sendirøð, meðan ein onnur, Fauda, er væl umtókt í fleiri londum. Bæði Fauda og Homeland eru tøkar á Netflix.
- Fauda lýsir stríðið millum yvirgangsmenn og trygdarløgregluna. Míni arabisku vinfólk siga mær, at røðin lýsir væl stríðið frá teirra sjónarmiðið, meðan eg sjálvur haldi, at hon eisini lýsir okkara síðu av søguni væl, sigur Barukh Binah.