Vil royna nakað annað

Eftir at hava vant kvinnurnar hjá Skála í tvey ár, valdi Ingun Hansen at royna okkurt annað, nú hon fekk møguleika at venja kvinnurnar hjá Víkingi

Fótbóltur

Á spælarafundi í ítróttarhúsinum í Leirvík seinnapartin leygardagin hittu spælararnir hjá Víkingi sín nýggja venjara, Ingun Hansen, sum felagið hevði almannakunngjørt í vikuni á heimasíðu síni. Hon skal avloysa Magna Jarnskor, sum frammanundan hevur vant kvinnurnar í Gøtu og Leirvík.
Sum venjari hevur Ingun tvey ára royndir við kvinnuliðnum hjá Skála, og longu í fyrraárið – hennara fyrsta ár sum venjari – var hon millum teirra, sum vóru frammarlaga í kappingini um at gerast ársins venjari hjá kvinnum.
– Tá eg nú fekk møguleikan at gerast venjari hjá Víkingi, valdi eg at taka av, tí eg fegin vildi royna okkurt annað. Hetta er ein spennandi uppgáva, ið kann geva mær møguleika at koma eitt sindur víðari sum venjari, sigur 35 ára gamla Ingun, ið sjálv hevur drúgvar royndir sum íðkandi ítróttarfólk.
Hon hevur bæði spælt fótbólt, hondbólt, badminton og róð um kapp, men mest kend er hon frá sínum virkna fótbóltslívi. Øll árini spældi hon við Skála, sum hon í síni tíð var bæði føroyameistari og steypavinnari við, men í 1994 var hon yvir í Íslandi, har hon spældi eitt kappingarár við Höttur á Egilsstøðum. Harumframt hevur hon spælt fleiri landsdystir og skotið fleiri mál á kvinnulandsliðnum.

Ingun gleðir seg
Nú hevur Ingun kastað seg út yvir venjingina, og at hon meinar tað í álvara, sæst aftur í, at hon hevur tikið fleiri av venjaraskeiðunum og um stundir verða til tað, kundi hon hugsað sær at farið undir »Slóðaran« í vár.
– Tað er heilt øðrvísi at vera venjari, enn at vera spælari. Eg fór undir tað í fyrraárið, men eg havi upplivað tað soleiðis, at tað er blivið meira og meira spennandi, meira eg eri komin inn í tað, so nú gleði eg meg til hesa nýggju uppgávuna við Víkingi.
– Sum nú er, sær út til, at tað verður nøkulunda sama liðið, sum tað var í fjør. Onkur er farin, men onkur er hinvegin komin aftrat, so hetta verður bara heilt spennandi at fara undir. Ikki minst, nú Víkingur við nýggju kvinnunevndini sær út til at vilja gera uppaftur meira við kvinnufótbóltin.
Við hesi nýggju nevndini vil felagið gera sítt til, at kvinnufótbólturin fær fastari og tryggari karmar at virka undir, umframt at Víkingur fær víst, at felagið vil gera álvara av sínum kvinnufótbólti. Tað verða kvinnur, ið koma at manna nevndina, so tær tann vegin eisini kunnu fáa størri ávirkan og gera seg galdandi í hesum parti av felagsarbeiðinum.