Í morgin verður eitt heldur óvanligt mál á skránni í Føroya rætti, tá dómarin skal taka støðu til, um grindalógin er ógildug.
Tað er Henrik Weihe Joensen, ið hevur stevnt Fiskimálaráðið, tí hann metir, at broytingarnar gjørdar í lógini síðsta summar eru í stríð við galdandi lóggávu, og hevur lógin tískil ikki gildi. Tað segði Kringvarpið í tíðindunum á døgurða.
Høvuðsgrundgevingarnar hjá Henrik Weihe Joensen eru tvinnar. Fyri tað fyrsta hevur løgtingið ikki heimild at lóggeva um arbeiðið hjá løgregluni, ið er danskt málsøki, og fyri tað seinna, so metir hann tað vera brot á grundlógartryggjað rættindi at fongsla fólk í longri enn 24 tímar uttan at fara í rættin við teimum.
Fiskimálaráðið krevur málið burturvíst, tí tey meta, at Henrik Weihe Joensen ikki kann stevna vegna manglandi rættarligan áhuga í málinum.
Um so er, at málið verður roynt, krevur Fiskimálaráðið frídøming, sambært tíðindunum í Kringvarpinum á middegi.









