- Tá hesin møguleikin beyðst, at stjórna Kringvarpinum komandi árini, tá kundi eg ikki lata vera við at bjóða meg fram, sigur Johnny í Grótinum, Kringvarpsstjóri.
Johnny í Grótinum sigur, at hann vónar at náa út til yngra ættarliðið, sum kanningar annars vísa, at public service stovnar hava ilt við at náa, millum annað við at nýta aðrar og nýggjar miðlar.
- Vit síggja, at portalarnir og miðlar annars megna at taka tøknina skjótt til sín, og tað haldi eg, at Kringvarpið skal lata seg inspirera av og ikki halda seg aftur, men taka kappingina upp, sigur Johnny í Grótinum.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen hevði við Johnny í Grótinum á Rás 2 í dag.