Vil menna samvinnuna við Føroyar

Sendiharravitjan



Herfyri vitjaði nýggi franski sendiharrin í Danmark, Régis de Belenet Føroyar á fyrstan sinni. Hetta hendi um somu tíð, sum Julianna Klett, advokatur varð útnevnd til nýggjan franskan konsul í Føroyum eftir Valdemar Lützen, sum hevur ynskt at leggja frá sær. Konslaembætið hevur annars verið í Lützenfamiljuni í 104 ár. Tað var undir nýggjum og hugnaligum umhvørvi, at franski sendiharrin beyð fyrst til tíðindafund og seinni til móttøku fyri innbodnum, nevniliga í nýggja Vertshúsinum í Havn, sum okkara kendi listamaður Tróndur Patursson hevur gjørt litríkt og livandi við sínum sertøku litum og glaslistaverkum.

Franski sendiharrin, sum hevur verið í uttanríkistænstu í 34 ár, er útbúgvin í politiskari vísind og løgfrøði. Hann hevur m.a. verið ráðgevi hjá verjumálaráðharranum, hevur verið sendiharri í Ruslandi, áðrenn Múrurin fall, hann hevur verið í Nato og hevur eisini verið sendiharri í Jibuti og Eritrea umframt í Sweits og Lichtenstein. Nú hevur hann so sæti í Keypmannahavn og hevur sum sítt arbeiðsøki eisini Føroyar og Grønland.

Vitjanin varð nógv merkt av okkara fiskivinnusamstarvi við Frakland, har hann m.a.
vitjaði virki umframt at hitta umboð fyri landsstýrið, her bæði løgmann og varaløgmann. Sendiharrin fegnast um fiskivinnusamstarvið við Føroyar og ivast ikki í, at føroyingar hava møguleika at útflyta uppaftur meira av teimum serstøku fiskavørunum, sum fraklendingum dáma.

Sendiharrin kom til Føroya við nýggju Norrønu, og hann heldur skipið vera sera gott at ferðast við. Hann heldur møguleikar skuldu verið at fingið fleiri fronsk ferðafólk henda vegin. Her hugsar hann m.a. um ferðafólk, sum dáma náttúru og serstakar mentanir heldur enn at leita sær í onnur lond.

Hann er fegin um at tað eru nógvir føroyskir ungdómar, sum velja at læra franska málið og heldur hann fyri, at hetta kann vera við til at knýta enn sterkari bond millum londini. Møguleikar skulu so eisini verið hjá føroyingum at farið til Fraklands at læra mál og mentan. Her eru møguleikar at søkja um stuðul.

Uppá fyrispurning um hann heldur vónir eru fyri at stóra franska oljufelagið TotalFinaElf fer at vísa føroyska landgrunninum áhuga í framtíðini sigur sendiharrin, at feløgini fylgja gongdini í Føroyum. Tey hava verið virkin her eina tíð men tóku seg aftur, tá fyrsta útbjóðingin gjørdist veruleiki, eitt nú orsakað av treytunum og tí tað ikki var so lætt at fáa samstarv við nakað føroyskt oljufelag. Hann helt fyri, at feløgini eru opin fyri nýggjum avbjóðingum og duldi heldur ikki fyri, at eins og onnur oljufeløg so má metast, at eisini fronsk feløg fara at vísa eini komandi útbjóðing í føroyskum øki ans. Hetta vil tó altíð vera ein spurningur um oljutilgongdina í heiminum sum heild og annars um tær reglur og treytir, sum verða galdandi. Hann útilokaði tó ikki, at møguleiki er at síggja fronsk oljuáhugamál í føroyskum øki í framtíðini.