Vil leiga venjingarhøli til tónleikarar

– Tørvurin á venjingarhølum í Tórshavnar Kommunu er so stórur í løtuni, at vit nøkta hann als ikki, sigur býráðslimur.

Tað sigur Bogi Anndreasen, býráðslimur í Havn. Hann hevur tí lagt fram uppskot um at bøta um umstøðurnar hjá tónleikarum í Tórshavnar Kommunu við at finna eitt nýtt stað til venjingarhøli.

 

– Her hugsi eg um bæði høli til royndar og minni royndar tónleikarar, sigur hann.

 

– Í løtuni hava vit Margarinfabrikkina, men tørvurin er so stórur, at tey verandi hølini als ikki nøkta tørvin. Margarinfabrikkin hevur eisini tørv á nýggjum hølum til verkstaðir. Loftið er eitt slag av klekingardepli fyri tónleikarar og nýggjar bólkar, og eg havi skilt á tónleikarum, at eitt tílíkt umhvørvi er saknað, sigur Bogi Andreasen.

 

Hann vísir á, at um nakrar mánaðir verður Reinsaríið klárt at taka í nýtlsu, og at hetta avgjørt fer at stuðla væl uppundir konseptið.

 

– Eg kundi hugsað mær, at Tórshavnar Kommuna kannaði møguleika at leiga seg inn í bygningin hjá Frants Restorff, so at hetta virksemið var í miðbýnum, tí hetta skapar eisini nógv lív, sigur Bogi Andreasen.